Javnstøðubrillur
Hvussu sær verðin út í javnstøðubrillum? Hvussu sær arkitekturur, retorikkur, gransking, søga, list, matgerð, heilsa, útbúgving, fiskivinna, ja alt okkara lív út við javnstøðubrillum? Fáa vit eyga á okkurt, sum vit vanliga ikki síggja? Tað veitst tú, tá tú hevur lurtað eftir hesum poddvarpinum hjá Javnstøðunevndini og Demokratia.
Podcasting since 2021 • 4 episodes
Javnstøðubrillur
Latest Episodes
Arkitekturur í javnstøðubrillum - Albert Isfeld
Ber til at tosa um javnstøðu í bygningum og býarrúmum? Hví eru kendastu arkitektarnir sum oftast menn? Fer tað at ávirka byggilistina, at mannfólk hava fingið størri áhuga fyri matgerð? Og hvussu hevði Glasir sæð út, um skúlin varð teknaður við...
•
Season 1
•
Episode 3
•
25:01
Retorikkur í javnstøðubrillum - Eydna Skaale
Hvussu ávirkar okkara málbrúk javnstøðuna í samfelagnum? Hvønn týdning hevur okkara tosingarlag fyri møguleikarnar hjá dreingjum og gentum at mennast? Skapa orðini veruleikan? Ella er tað veruleikin, sum skapar orðini?Eydna Skaale, reto...
•
Season 1
•
Episode 2
•
21:43
Søga í javnstøðubrillum - Hans Andrias Sølvará
Hvønn leiklut hava kvinnur og menn í okkara søgu? Hvørjar søgur verða fortaldar, og hvørjar eru fjaldar? Hevði Føroyingasøga sæð øðrvísi út, um ein kvinna skrivaði hana? Og hvønn týdning hevur søguskrivingin fyri okkara samleika sum fólk og kyn...
•
Season 1
•
Episode 1
•
17:44