Javnstøðubrillur
Hvussu sær verðin út í javnstøðubrillum? Hvussu sær arkitekturur, retorikkur, gransking, søga, list, matgerð, heilsa, útbúgving, fiskivinna, ja alt okkara lív út við javnstøðubrillum? Fáa vit eyga á okkurt, sum vit vanliga ikki síggja? Tað veitst tú, tá tú hevur lurtað eftir hesum poddvarpinum hjá Javnstøðunevndini og Demokratia.
Javnstøðubrillur
Søga í javnstøðubrillum - Hans Andrias Sølvará
•
Hans Andrias Sølvará
•
Season 1
•
Episode 1
Hvønn leiklut hava kvinnur og menn í okkara søgu? Hvørjar søgur verða fortaldar, og hvørjar eru fjaldar? Hevði Føroyingasøga sæð øðrvísi út, um ein kvinna skrivaði hana? Og hvønn týdning hevur søguskrivingin fyri okkara samleika sum fólk og kyn?
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hyggur at søgu í javnstøðubrillum.
Vertur: Óluva Zachariasen